Treytir

Bílegging og prísir

Fyri at fullføra eina bóking, er neyðugt hjá okkum at fáa ávísar upplýsingar frá gestinum, herundir fornavn, eftirnavn, teldupost, telefonnummar, bústað og landið, sum gesturin er búsitandi í, umframt gjaldskortsupplýsingar.

Fyri at tryggja bókingina kann hotellið nýta ymiskar reglur, herav eitt vehald á tínum gjaldskortið.

Innskriving og fráferð:

Innskriving byrjar kl. 15:00 á komudegnum, og útskriving er seinast kl. 12:00 á fráferðardegnum.
Hotellið kann gera undantøk viðvíkjandi hesum tíðum.

Prísir:

Kamarsprísirnir eru skiftandi í mun til há- og lágárstíð. Morgunmatur er vanliga ikki íroknaður kamarsprísinum, men kann keypast afturat fyri DKK 195 (vaksin) og DKK 50 (børn 3-12 ár). Tó er hetta ikki galdani fyri serlig vetrartilboð har morgunmatur kann verða íroknaður, men tá er tað tilskilað í lýsingini frammanundan.

Bíleggingin er vátta tá tú hevur móttikið eitt bókingarnummar ella bíleggingarváttan.

Burðardygdargjald:

Frá 1. februar 2026 hevur løgtingið sett í gildi eitt lógarásett burðardygdargjald fyri allar gistingar.

Gjaldið skal krevjast frá ferðafólki og er 20 krónur fyri náttina fyri hvørt ferðafólk. Ferðafólk ella gestir sum eru skrásett at búgva í Føroyum, eru undantikin gjaldsskylduni. Burðardygdargjaldið er ásett av løgtinginum fyri at stuðla um umhvørviðsverndartiltøk og undirstøðukervi í Føroyum.

Bílegging av kamari til ómyndig:

Fyri at bíleggja eitt kamar á Hotel Vágum, skalt tú verða 18 ár ella eldri. Er gistandi yngri enn 18 ár, skal tann sum hevur bílagt kamarið, gista á hotellinum samstundis. Um bílagt verður til eitt barn undir 18 ár, er ábyrgdin tín, um tú gistir í kamari saman við tí ómyndiga ella ikki.

Avlýsingar- og gjaldstreytir

Hotel Vágar tekur sær rætt til at frammanundan góðkenna títt gjaldskort áðrenn komu
og rættin til at krevja eitt goymslugjald á DKK 250 pr. dag av uppihaldinum, um neyðugt.

Prísir og treytir, ið eru at finna á okkara heimasíðu eru ætlaðar einstaklingabókingum
og er pr. kamar, pr. nátt.

Gjaldstreytir:

Hotel Vágar góðtekur gjald umvegis gjaldskort ella í reiðum peningi (DKK, EUR, USD, GBP).

Vinarliga legg til merkis at fakturering og persónligir kekkar ikki verður góðtikið sum galdandi gjaldsháttur.

“Standard” bíleggingar: Títt gjaldskort verður einans nýtt sum veðhald til tína bóking.

“Non-refundable” bíleggingar: Upphæddin verður trekt (debiterað) beinanvegin, tá tú gert bókingina, ella stutt eftir.

MVG er íroknað prísinum.

Gjaldskortsupplýsingar, sum verða sendar umvegis teldupost, ikki kunnu góðtakast og verða tí bert tiknar umvegis telefon. Hotel Vágar tekur sær rætt til at staðfesta at avtalaða upphæddin er tøk á gjaldskortinum.

Tá eitt gjaldskort verður nýtt sum veðhald til tína bílegging, afturheldur bankin í summum førðum upphæddina fyribils. Í einstøkum førum ber til at leysgeva upphæddina áðrenn hendan fyribils tíðin er av og verður tú vinarliga biðin um at seta teg beinleiðis í samband við hotellið við tínum bókingarnummari, har okkara toymi hjálpir tær at leysgeva upphæddina. Hotel Vágar kann, umvegis okkara gjaldsveitara, senda eina umbøn til tín banka um at upphæddin verður leysgivin. Gevið gætur, at bert bankin hevur endaligu heimildina at leysgeva upphæddina ið fyribils er afturhildin.

Avlýsingar við ov tíðliga fráferð:

Um fráferð verður ynskt áðrenn tíð, skal hetta boðast frá á hotellinum seinast kl. 11:59 dagin áðrenn. Hotel Vágar tekur sær rætt til at krevja fullu upphæddina fyri alt uppihaldið vegna ov
tíðliga fráferð.

Avlýsingar “standard”:

Tað er ókeypis at avlýsa inntil kl. 11:59 Føroyska tíð dagin fyri komu. Um bíleggingin verður avlýst eftir hetta tíðspunktið ella um gesturin ikki møtir upp “no-show”, taka vit okkum rætt til at krevja inn gjald fyri fyrstu náttina av upprunaliga uppihaldinum.

Bókingar, sum eru bókaðar beinleiðis á Hotel Vágum, kunnu broytast við at seta seg beinleiðis í samband við hotellið. Um møguligar broytingar skulu gerast, taka vit okkum rætt til at rætta prísin samsvarandi.

Avlýsingar “non-refundable”:

Gevið gætur, at summi tilboð, herundir “non-refundable” bókingar og bókingar gjørdar umvegis triðjaparts síður, ikki kunnu avlýsast, broytast ella endurrindast.

Vinarliga sig okkum frá um tit ikki koma kortini.

Avlýsingar “force majure”:

Serligar hendingar, sum vit ikki hava ræði á, til dømis ringt veður, farsóttir, kríggj, náttúruvanlukkur, verkfall, verkbann, eldsbruni o.s.fr., og sum gera tað ógjørligt hjá okkum at lúka okkara skyldur sambært avtaluni, geva okkum rætt til at siga sáttmálan úr gildi uttan ábyrgd.

Viðtøkur

Atburður og skaðar

Vænta verður at gestir hava ein góðan atburð og viðrað viðtøkurnar á hotellinum. Um hetta ikki verður viðrað kann tað føra til burturvísing av hotellinum. Í slíkum førðum hava gestirnir ábyrgd av at gjalda fyri gistingina, eyka tænastu og møguligar skaðar ein er atvoldin til. Endurgjald av undangjaldi verður ikki flýggja út. Av trygdarávum er atgond á privatum hoteløki einans loyvt hjá innskrivaðum gestum og tað mugu ikki verða fleiri gestir á kømurunum enn bóka er til.

Royking

Royking er strangliga bannað og um roykt verður í kamarinum ella inni á hotellinum annars, kann bót áljóðandi DKK 2.000 verða givin fyri hvørja nátt, har kamari ella hotellið annars, ikki er seljandi.

Dýr

Ikki er loyvt at hava kelidýr á hotellinum, tó eru blindrahundar vælkomnir.

Ábyrgd av viðføri, virðislutum og akførum

Viðføri kann goymast í viðførisrúminum, køli- og frystirúminum á hotellinum og er hetta egin ábyrgd. Eftir áheitan kunnu virðislutir varveitast í pengaskápinum í móttøkuni. Hotellið kann tó nokta at herberga óvanliga virðismiklar lutir.

Hotel Vágur hevur ikki ábyrgd av skaða ella missi av akførum ella persónligum lutum varveittir á parkeringsøkinum ella inni í akførum.