• Jól
  • Fundir
  • Vistaveiting
  • Gávukort
  • Bílegg borð
  • Bílegg kamar
fo
en
  • Uppihald
    • Kømur
    • Fundir
    • Bílegg borð
  • Tiltøk
    • Samband
Finn rætta fundarpakkan

Fundir

Sov á Hotel Vágum

Bílegg kamar

REINGERÐARFÓLK TIL HOTEL VÁGAR

Hotel Vágar søkir eftir einum fyrikomandi, ábyrgdarfullum og nærløgdum starvsfólki til
reingerðartoymi á hotellinum.
Vit leggja dent á at veita eina framúr tænastu og at skapa góðar upplivingar fyri gestir okkara.
Royndir úr hotellvinnuni er ein fyrimunur.

Vit bjóða

Tú verður liður í serstaka andanum eitt flogvallarhotel hevur at bjóða, einum mennandi og spennandi
arbeiðsplássi, har uppgávurnar eru fjølbroyttar og eingin dagur eins.
Tú verður við at mynda eitt nýmótans og framsøkið arbeiðspláss, har bæði ferðin eins og krøvini eru
høg.

Tað verður tín uppgáva

Hotel Vágar er eitt nútímans hotel, har vit arbeiða sum eitt samlað tænastutoymi eins og arbeiða
sjálvstøðugt. Gerandisdagurin verður fullur av ymiskum áhugaverdum uppgávum, men fyrst av øllum
at veita tænastu í heimsflokki og at syrgja fyri at reingerðin á hotellinum er í hásæti.
Sum reingerðarfólk á hotellinum, er tað tín uppgáva at gera kømurini rein og innbjóðandi. Eisini fevnir
arbeiði seg um reingerð av felagsøkjum og starvsfólkaøkjum, við meria.

Vit vænta at tú

  • Ert smílandi, tekur ábyrgd, ert røkin, jalig/ur, sjálvstøðug/ur og samstarvssinnað/ur
  • Brennur fyri tænastu- og ferðavinnufakinum
  • Dámar væl at arbeiða fyrrapartar, vikuskiftir og í ferium, við skiftandi uppgávum
  • Dámar væl at arbeiða í einum skjóttgangandi, men stuttligum arbeiðsumhvørvið

Setan

Starvið er gerandisdagar og vikuskiftir, fyrrapartar.
Løn og setanartreytir sambært gistingarhús- og matstovusáttmálanum.

Umsókn

Umsókn við lívsrensli (cv), avrit av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til
monika@hotelvagar.fo í seinasta lagi 4. desembur 2026. Samrøður verða stutt eftir freist.
Byrjanardagur er 12. desembur 2026 ella eftir avtalu. Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.

Vilt tú hava meira at vita?

So ert tú vælkomin at seta teg í samband við Moniku Zachariasen Egilstrøð, hotelleiðara, á
monika@hotelvagar.fo ella á tel. 289834, fyri meira kunning um starvið.

Um okkum

Í 2023 varð farið undir at høvuðsumvæla og nútímansgera Hotel Vágar, og á várið 2024 læt stásiliga
hotellið upp. Við 25 kømurum, nýggjari matstovu, tveimum fundarhølum og einum stórum nýmótans
køki, eru vit sera spent uppá komandi tíðina á hotellinum.
Hotellið liggur væl fyri, 5 minuttir frá flogvøllinum í Vágum og dyrnar til útheimin kundu ikki verið
tættari. Hotellið liggur eisini eitt hanagleiv frá alskyns áhugaverdum støðum, so sum Trøllkonufingri,
Trælanípu, Bøsdalafossi, Tindhólmi, Drangunum, Múlafossi og Mykinesi.

Djúpheiðar 2
380
Sørvágur

+298 30 90 90
hv@hotelvagar.fo

Kømur
Matstova
Fundir

Gávukort
Kanna saldo

Leys størv

Treytir

 

© 2026 Hotel Vágar

  • Dátuverndarkunning