Dátuverndarkunning

Hvør hevur ábyrgdina fyri viðgerðini?

Dátuábyrgdarin fyri viðgerðina av tínum persónsupplýsingum er:
Hotel Vágar
Djúpheiðar 2
380 Sørvágur

Um tú hevur spurningar í sambandi við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum, ert tú vælkomin at senda okkum teldupost á personinfo@hotelvagar.fo

Innsavnan

Vit innsavna tínar persónsupplýsingar tá tú keypir bókar kømur, ella setur teg í samband við okkum.
Í flestu førum fáa vit upplýsingarnar frá beinleiðis tær. Í øðrum førum fáa vit upplýsingar um teg frá øðrum. Tað kunnu vera upplýsingar frá øðrum gesti ella frá umboðum fyri teg ella frá almennum myndugleikum. Vit innsavna bert upplýsingar, ið vit hava tørv á fyri at kunna veita tær tænastu, um tað er lógarkrav, um vit hava eitt heimilað áhugamál, ella um vit hava fingið beinleiðis samtykki frá tær.

Flutningur av persónsupplýsingum

Í summum førum víðarilata vit tínar persónsupplýsingar. Tað kann vera til aðrar almennar myndugleikar, ráðgevar, grannskoðarar, advokatar v.m.
Vit nýta eisini í summum førum dátuviðgerar, sum hjálpa okkum við at viðgera tínar upplýsingar á góðan og tryggan hátt. Tað kann m.a. vera goymsla av persónsupplýsingum, ella um vit fáa hjálp frá uttanhýsis ráðgevum ella veitarum.
Vit nýta ikki, sum útgangstøði, veitarar ella dátuviðgerar, sum halda til uttan fyri EU/EBS (triðjalond).
Um so er, at vit flyta tínar upplýsingar uttanfyri ES/EBS, vilja vit altíð tryggja okkum nøktandi heimildargrundarlag fyri flutninginum – hetta merkir, at vit tryggja okkum eitt nøktandi verndarstøði av tínum upplýsingum.

Vit innsavnar ávísar upplýsingar um teg, tá ið tú bókar umvegis okara online bókingarskipan. Í hesum sambandi kann Hotel Vágar goyma farspor á tínari tóleind (telda, teldil, fartelefon ella okkurt annað).

Hvørjar persónsupplýsingar skráseta og brúka vit?

Upplýsingar, sum verða sendar frá tíni tóleind tá tú bókar.
Navn, telefonnummar, teldupost, land umframt aðar upplýsingar sum tú inntøppar.

Upplýsingar um:

Eyðmerkingarnummar á eindini (IP- og MAC-adressa), stýriskipan, tilvísingar-URL, longd av vitjan, landafrøðilig staðseting,
Upplýsingar um tína nýtslu av bókingarskipanini.

Endamál

Endamálið við innsavnanini av upplýsingum í samband við nýtslu av tænastum, er at kunna veita tær tænastur sum vit bjóða, umframt til hagfrøði.

Viðgerðarheimild

Viðgerðarheimildin fyri okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum í samband við nýtslu av bókingarskipanini er títt samtykki.

Móttakarar

Viðkomandi upplýsingar verða latnar veitarum, sum vit samstarva við, herundir veitarar av tekniskari support og rakstur av okkara tænastum.

Striking

Upplýsingar, sum verða innsavnaðar í samband við nýtslu av bókingarskipanini verða goymdar sum tað er ásett við lóg.

Avmarking av rættindum

Innlit í upplýsingar í samband við omanfyri nevnda krevur, at tú gevur okkum nakrar upplýsingar afturat, sum gera tað møguligt hjá okkum at eyðmerkja teg: Navn og galdandi navnaprógv

Tíni rættindi

Tú hevur sambært Dátuverndarlógini eina røð av rættindum í mun til okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum.

Rætt til at afturkalla eitt samtykki

Um okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum er grundað á samtykki frá tær, hevur tú altíð rætt til at afturkalla títt samtykki. Tá ið tú afturkallar títt samtykki, steðga vit at viðgera tínar persónsupplýsingar, sum vóru grundaðar á samtykkið.

Rætt til striking

Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa strikað persónsupplýsingar, sum vit hava um teg. Rætturin er ikki treytaleysur, tí ávísar upplýsingar ikki mugu strikast grundað á aðra lóggávu, ella um avtala og ávíst endamál gevur okkum rætt til at varðveita og viðgera persónsupplýsingarnar.

Rætt til innlit

Tú hevur rætt til at fáa at vita, hvørjar upplýsingar vit hava um teg. Rætturin til innlit krevur tó, at vit kunnu eyðmerkja serstøku upplýsingarnar um teg. Tað kann tískil vera neyðugt hjá tær at geva okkum supplerandi upplýsingar, um so er at vit ikki kunnu eyðmerkja teg út frá teimum upplýsingunum vit hava.

Rætt til viðgerðaravmarking

Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa viðgerðina av tínum persónsupplýsingum avmarkaða. Hetta merkir, at um treytirnar til viðgerðaravmarking eru uppfyltar, at vit einans kunnu viðgera tínar persónsupplýsingar í serligum førum.

Rætt til mótmæli

Tú kanst átala, at persónsupplýsingar um teg verða viðgjørdar. Um átalan má metast heimilað, skulu persónsupplýsingarnar um teg ikki viðgerast. Tó kunnu upplýsingarnar møguliga framvegis nýtast til at viðgera møgulig onnur lóglig endamál.

Rætt til rætting

Tú hevur rætt til at biðja um at fáa rættað persónsupplýsingar, sum eru rangar ella villleiðandi, soleiðis at vit ikki viðgera upplýsingar um teg, sum eru skeivar ella ófullfíggjað.

Rætt at klaga

Tú hevur altíð møguleika at klaga til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgd/-ur við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum. Tú finnur kontaktupplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum á www.dat.fo.

Rætt til dátuflutning

Tú kanst biðja um at fáa tær persónupplýsingar, sum tú hevur latið okkum, latnar tær í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði.

Triðipartur

Hendan kunning fevnir bert um viðgerð av persónsupplýsingum, sum Hotel Vágar fremur. Aðrir partar, sum vit samstarva við, og aðrar heimasíður, sum eru atkomuligar umvegis okkara heimasíðu, hava teirra egnu dátuverndarkunning og politikkir viðvíkjandi viðgerð og vernd av persónsupplýsingum.