Leyst starv
Summarstarv
Náttarvørður til Hotellið
Hotel Vágar leitar eftir náttarvørði í summar. Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Vit leggja dent á at veita eina framúr tænastu og at skapa góðar upplivingar fyri gestir okkara.
Ert tú ment/ur og spent/ur at veita tænastu í serflokki, vilja vit fegin hoyra frá tær. Royndir úr hotelvinnuni eru fyrimunir.
Vit bjóða
Tú verður liður í serstaka andanum eitt flogvallarhotell hevur at bjóða, einum mennandi og spennandi arbeiðsplássi, har uppgávurnar eru fjølbroyttar og eingin dagur eins.
Tú verður við at mynda eitt nýmótans og framsøkið arbeiðspláss, har bæði ferðin eins og krøvini eru høg. Eisini sleppur tú at taka lut í skapanini og menningini av Hotel Vágum, heilt frá byrjan.
Tað verður tín uppgáva
Hotel Vágar er eitt nútímans hotell, har vit arbeiða sum eitt samlað tænastutoymi eins og arbeiða sjálvstøðugt. Gerandisdagurin verður fullur av ymiskum áhugaverdum uppgávum, men fyrst og fremst at veita tænastu í heimsflokki. Snøgt sagt at verða vertur!
Sum náttarvørður ert við til at syrgja fyri, at hotellið í tryggum hondum, tá hini starvsfólkini eru farin heim og at tryggja at gestir okkara kunnu sova gott og trygt um náttina, umframt ymiskar aðrar uppgávur innan móttøku, reingerð, matgerð, og annað fyrifallandi.
Vit vænta at tú
Ert álýtandi og dugir at taka ábyrgd
Ert ágrýtin, smílandi, jalig/ur, sjálvstøðug/ur og samstarvssinnað/ur
Brennur fyri tænastu- og ferðavinnufakinum
Dámar væl at arbeiða við skiftandi uppgávum
Dámar væl at arbeiða í einum skjóttgangandi, men stuttligum arbeiðsumhvørvið
Setan
Starvið er um náttina, gerandisdagar og í vikuskiftinum. Arbeitt verður aðruhvørja viku – eina arbeiðsviku og eina fríviku.
Løn og setanartreytir sambært gistingarhús- og matstovusáttmálanum.
Umsókn
Umsókn við lívsrensli (cv), avrit av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til monika@hotelvagar.fo í seinasta lagi 10. juli 2024. Samrøður verða stutt eftir freist.
Byrjanardagur er eftir avtalu. Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.
Vilt tú hava meira at vita?
So ert tú vælkomin at seta teg í samband við Moniku Zachariasen Egilstrøð, hotelleiðara, á monika@hotelvagar.fo ella á tel. 289834, fyri meira kunning um starvið.
Um okkum
Í fjør var farið undir at høvuðsumvæla og nútímansgera Hotel Vágar, og nú stendur stásiliga hotellið endiliga klárt. Við 25 kømurum, nýggjari matstovu, tveimum fundarhølum og einum stórum nýmótans køki, eru vit klár at bjóða gestum innum.
Hotellið liggur væl fyri, 5 minuttir frá flogvøllinum í Vágum og dyrnar til útheimin kundu ikki verið tættari. Hotellið liggur eisini eitt hanagleiv frá alskyns áhugaverdum støðum, so sum Trøllkonufingri, Trælanípu, Bøsdalafossi, Tindhólmi, Drangunum, Múlafossi og Mykinesi.