Leyst starv
Kokkur til Hotel Vágar
Nýggja matstovan á Hotel Vágum leggur størsta dent á at veita gestum framúr matupplivingar – tí leita vit einum eftir ágrýtnum og nærløgdum kokki.
Vit bjóða
Tú verður partur av serstaka andanum eitt flogvallarhotell hevur at bjóða. Hetta er eitt mennandi, fjølbroytt og spennandi arbeiðspláss, har eingin dagur er eins. Matstovan á hotellinum hevur helst besta og nýggjasta køk í landinum og tú verður við at mynda eitt nýmótans og framsøkið hotel, har bæði ferðin og krøvini eru høg.
Vit vænta at tú
Ert ágrýtin, smílandi, jalig/ur, sjálvstøðug/ur og samstarvssinnað/ur
Brennur fyri at veita høga góðsku, har reinførið er í hásæti
Dámar væl at arbeiða ískiftandi vaktum og við skiftandi uppgávum
Dámar væl at arbeiða í einum skjóttgangandi, men stuttligum arbeiðsumhvørvi
Setan
Starvið eru í skiftandi vaktum, dag- og kvøldvakt, gerandisdagar og í vikuskiftinum. Løn og setanartreytir sambært sáttmála á økinum.
Umsókn
Umsókn við lívsrensli (cv), avrit av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til martins@hotelvagar.fo í seinasta lagi 20.10.2024. Samrøður verða stutt eftir tað. Byrjanardagur er skjótast gjørligt. Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.
Vilt tú hava meira at vita?
Fyri meira kunning um starvið ert tú vælkomin at seta teg í samband við Martin Sveinbjarnarson Jakobsen, køksleiðara, á martins@hotelvagar.fo ella á tel. 281400
Um okkum
Hotellið her vestri hevur 25 kømur, nýggja matstovu, fundarhøli og ein stóran og nýmótans køk. Vit liggja bert 5 minuttir frá flogvøllinum, so dyrnar til útheimin kundu ikki verið tættari.