Jól á Hotel Vágum
Gávupakkar – gev eina uppliving í jólagávu
Summar gávur skapa gleði í løtuni. Aðrar skapa varandi minnir.
Ein gávupakki frá Hotel Vágum skapar gleði og minnir. Gleð ein, tú ert góð/ur við, við einari serligari uppliving.
Gev eina gávu, sum kann njótast, skapa minnir og skapa gleði.
Black Week · 20% á gávupakkanum
Tilboðið er galdandi til og við sunnudagin 29. november

Gávupakki
Ein nátt fyri tvey
Viðhvørt er besta gávan ein fríløta, har tit taka ein lítlan steðg úr gerandisdegnum.
Ein nátt, har tit bara skulu hugsa um at njóta løtuna saman og vakna til ein leskiligan morgunmat.
- Ein gisting
- Tvey personir
- Morgunmat fyri tvey
995 kr.
−20% 796 kr.
Allir gávupakkar skulu brúkast áðrenn 1. mai 2027. Gevið gætur! Summir dagar í tíðarskeiðnum kunnu vera útseldir.
Gávubræv
Gávan við óendaligum møguleikum
Forkela ein, tú ert góð/ur við, við einum gávubrævi til Hilton, Hallartún ella Hotel Vágar. Tú ásetur sjálv/ur upphæddina, og móttakarin velur upplivingina – tað kann vera ein leskilig máltíð, ein hugnalig gisting ella ein onnur serlig løta hjá okkum.
Tú velur upphæddina – tey velja upplivingina!

12
gistingar
Lutakast – drigið verður 24. desember
Vinn eina ársnýtslu av gistingum
Øll, sum keypa ein gávupakka og/ella gista á Hilton Garden Inn í tíðarskeiðnum 1. november til 24. desember 2026, eru við í lutakastinum um 12 gistingar á Hilton.

