
Leyst starv
Avloysari sum vertur til tænastudeildina
Hotel Vágar leitar eftir ágrýtnum, sjálvstøðugum og smílandi starvsfólki til
tænastudeildina á hotellinum. Vit leggja dent á at veita eina framúr tænastu og at skapa
góðar upplivingar fyri gestir okkara. Ert tú ment/ur og spent/ur at veita tænastu í
serflokki, vilja vit fegin hoyra frá tær. Royndir úr hotelvinnuni er ein fyrimunur.
Vit bjóða
Tú verður liður í serstaka andanum eitt flogvallarhotell hevur at bjóða, einum mennandi
og spennandi arbeiðsplássi, har uppgávurnar eru fjølbroyttar og eingin dagur eins.
Tú verður við at mynda eitt nýmótans og framsøkið arbeiðspláss, har bæði ferðin eins og
krøvini eru høg.
Tað verður tín uppgáva
Hotel Vágar er eitt nútímans hotell, har vit arbeiða sum eitt samlað tænastutoymi eins
og arbeiða sjálvstøðugt. Gerandisdagurin verður fullur av ymiskum áhugaverdum
uppgávum, men fyrst av øllum at veita tænastu í heimsflokki, bæði í matstovuni og í
móttøkuni. Snøgt sagt, at verða vertur!
Vit vænta at tú
-Ert 18 ár ella eldri
-Ert ágrýtin, smílandi, jalig/ur, sjálvstøðug/ur og samstarvssinnað/ur
-Brennur fyri tænastu- og ferðavinnufakinum
-Dámar væl at arbeiða í skiftandi vaktum og við skiftandi uppgávum
-Dámar væl at arbeiða í einum skjóttgangandi, men stuttligum arbeiðsumhvørvi
Setan
Starvið er í skiftandi vaktum, tó serliga kvøldvakt, gerandisdagar og í vikuskiftinum.
Løn og setanartreytir sambært gistingarhús- og matstovusáttmálanum.
Umsókn
Umsókn við lívsrensli (cv), avrit av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við
telduposti til monika@hotelvagar.fo í seinasta lagi 24. apríl 2026.
Samrøður verða stutt eftir freist. Byrjanardagur er sum skjótast. Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.
Vilt tú hava meira at vita?
So ert tú vælkomin at seta teg í samband við Moniku Zachariasen Egilstrøð, hotelleiðara, á monika@hotelvagar.fo / tel. 289834,
ella Anitu Hammer, matstovuleiðara á anita@hotelvagar.fo / tel. 289515, fyri meira kunning um starvið.
Um okkum
Í 2023 varð farið undir at høvuðsumvæla og nútímansgera Hotel Vágar, og á várið 2024
læt stásiliga hotellið upp. Við 25 kømurum, nýggjari matstovu, tveimum fundarhølum og
einum stórum nýmótans køki, eru vit sera spent uppá komandi tíðina á hotellinum.
Hotellið liggur væl fyri, 5 minuttir frá flogvøllinum í Vágum og dyrnar til útheimin kundu
ikki verið tættari. Hotellið liggur eisini eitt hanagleiv frá alskyns áhugaverdum støðum,
so sum Trøllkonufingri, Trælanípu, Bøsdalafossi, Tindhólmi, Drangunum, Múlafossi og
Mykinesi.

