
Leyst starv
Vertur til tænastudeildina
Longu í vár letur nýggja og stásiliga Hotel Vágar upp og vit leita tí eftir ágrýtnum, sjálvstøðugum og smílandi starvsfólki til tænastudeildina. Vit leggja dent á at veita eina framúr tænastu og at skapa góðar upplivingar fyri gestir okkara. Ert tú ment/ur og spent/ur at veita tænastu í serflokki, vilja vit fegin hoyra frá tær. Royndir úr hotelvinnuni eru fyrimunir.
Vit bjóða
Tú verður liður í serstaka andanum eitt flogvallarhotell hevur at bjóða, einum mennandi og spennandi arbeiðsplássi, har uppgávurnar eru fjølbroyttar og eingin dagur eins.
Tú verður við at mynda eitt nýmótans og framsøkið arbeiðspláss, har bæði ferðin eins og krøvini eru høg. Eisini sleppur tú at taka lut í skapanini og menningini av Hotel Vágum, heilt frá byrjan.
Tað verður tín uppgáva
Hotel Vágar er eitt nútímans hotell, har vit arbeiða sum eitt samlað tænastutoymi eins og arbeiða sjálvstøðugt. Gerandisdagurin verður fullur av ymiskum áhugaverdum uppgávum, men fyrst av øllum at veita tænastu í heimsflokki, bæði í matstovuni og í móttøkuni. Snøgt sagt, at verða vertur!
Vit vænta at tú
Ert ágrýtin, smílandi, jalig/ur, sjálvstøðug/ur og samstarvssinnað/ur
Brennur fyri tænastu- og ferðavinnufakinum
Dámar væl at arbeiða í skiftandi vaktum og við skiftandi uppgávum
Dámar væl at arbeiða í einum skjóttgangandi, men stuttligum arbeiðsumhvørvi
Setan
Størvini eru í skiftandi vaktum, dag- og kvøldvakt, gerandisdagar og í vikuskiftinum.
Løn og setanartreytir sambært gistingarhús- og matstovusáttmálanum.
Umsókn
Umsókn við lívsrensli (cv), avrit av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til monika@hotelvagar.fo í seinasta lagi 29. februar 2024. Samrøður verða stutt eftir freist. Byrjanardagur er 25. mars ella eftir avtalu. Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.
Vilt tú hava meira at vita?
So ert tú vælkomin at seta teg í samband við Moniku Zachariasen Egilstrøð, hotelleiðara, á monika@hotelvagar.fo ella á tel. 289834, fyri meira kunning um starvið.
Um okkum
Í fjør varð farið undir at høvuðsumvæla og nútímansgera Hotel Vágar, og nú er stásiliga hotellið við at verða klárt. Við 25 kømurum, nýggjari matstovu, tveimum fundarhølum og einum stórum nýmótans køki, eru vit spent uppá at lata dyrna upp fyri fyrstu gestunum í vár.
Hotellið liggur væl fyri, 5 minuttir frá flogvøllinum í Vágum og dyrnar til útheimin kundu ikki verið tættari. Hotellið liggur eisini eitt hanagleiv frá alskyns áhugaverdum støðum, so sum Trøllkonufingri, Trælanípu, Bøsdalafossi, Tindhólmi, Drangunum, Múlafossi og Mykinesi.