
Kantinufólk til Hotel Vágar
Hevur tú hug at veita eina framúr tænastu og at skapa góðar upplivingar fyri gestir okkara? So er hetta starvið júst nakað fyri teg.
Vit leita eftir einum nýggjum starvsfelaga til tænastudeildina á nýggja hotellinum. Tú fært dugnaligar og jaligar starvsfelagar, sum eisini fara at syrgja fyri at geva tær eina góða upplæring.
Um teg
Vit leita eftir tær, sum:
- Ert ágrýtin og smílandi
- Arbeiðir væl sjálvstøðugt og saman við øðrum
- Gongur høgt upp í góða tænastu
- Dámar væl at arbeiða í einum skjóttgangandi, men stuttligum arbeiðsumhvørvi
- Hevur koyrikort til persónbil
Royndir úr hotellvinnuni er ein fyrimunur, men ikki eitt krav.
Arbeiðstíð og -staður
Arbeiðastaðurin er partvís á hotellinum, og partvís uttanfyri húsið. Talan er um eitt fast hálvtíðar starv, har arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag 10-14. Ð
Løn og setanartreytir sambært Gistingarhús- og Matstovusáttmálanum.
Umsókn
Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði. Hevur tú hug at koma við á okkara toymi, so søkir tú við at senda umsókn við lívsrensli (cv), avrit av prógvum og viðkomandi tilfari til jogvanjon@hotelvagar.fo í seinasta lagi 31. August 2025. Samrøður verða leypandi, so søk heldur í dag enn í morgin.
Byrjanardagur er skjótast gjørligt ella eftir avtalu.
Vilt tú vita meira?
Hevur tú spurningar um eitt hvørt, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jógvan Jón O. Henriksen, matstovuleiðara á Hotel Vágum, á tlf. +298 29 40 11 ella á jogvanjon@hotelvagar.fo.
Um okkum
Í 2023 varð farið undir at høvuðsumvæla og nútímansgera Hotel Vágar, og nú er stásiliga hotellið klárt. Við 25 kømurum, nýggjari matstovu, tveimum fundarhølum og einum stórum nýmótans køki, eru vit spent uppá at fara undir okkara fyrsta fulla summar.
Hotellið liggur væl fyri, 5 minuttir frá flogvøllinum í Vágum og dyrnar til útheimin kundu ikki verið tættari. Hotellið liggur eisini eitt hanagleiv frá alskyns áhugaverdum støðum, so sum Trøllkonufingri, Trælanípu, Bøsdalafossi, Tindhólmi, Drangunum, Múlafossi og Mykinesi.