
Kundi tú hugsað tær at verið ein partur av nýggja og stásiliga Hotel Vágum?
Ert tú útbúgvin kokkur, vælskipað/ur og gongur tú høgt uppí góða góðsku? So er tað kanska tær vit leita eftir. Okkum tørvar ein vælskikkaðan, jaligan og ágrýtnan køksleiðara til Hotel Vágar at standa á odda fyri spennandi nýggja køkinum, sum skal veita gestunum framúr mat og framleiða vistveiting hvønn dag.
Vit bjóða …
- Kappingarføra løn
- Skipaði arbeiðsviðurskiftir á nýumvælda hotellinum í Vágum
- 40 tímar arbeiðsviku
- Framsøkið og dugnaligt toymi av fakfólki innanfyri vinnuna
- Eitt óformelt arbeiðspláss har tú kann gera tína ávirkan galdandi
Tað verður tín uppgáva …
- at vera virkin partur í menningini av matúrvalinum á Hotel Vágum
- at hava ábyrgd av at halda góðskuna á einum høgum støði
- at syrgja fyri at starvsfólkini í køkinum hava eitt vælskipað og gott arbeiðsumhvørvi
- at syrgja fyri at røkja skynsamt innkeyp og halda skil á vørunýtslu
- at samstarva við hotelleiðaran og matstovustarvsfólkini um at veita bestu heildaruppliving
- at tryggja sera góða veitingartrygd mótvegis vistveitingarkundum
Vit vænta, at tú …
- Ert útbúgvin kokkur við góðum royndum
- Ert natúrligt vælskipað/ur sum persónur og dugir at halda yvirlit
- Trívist við at vera leiðari
- Ert ágrýtin, fyrikomandi og sjálvstøðug/ur – tú dugir at taka ábyrgd
- Sært samstarv sum ein lykil fyri at náa besta úrslitinum
Setan:
- Rætta viðkomandi kunnu vit bjóða eitt avbjóðandi, sjálvstøðugt og fjølbroytt fulltíðarstarv, sum vísir til hotelleiðaran. Tú verður við til at mynda eitt nýtt, nýmótans og framsøkið arbeiðspláss, sum hevur høgt altjóða støði.
- Løn og setanartreytir eftir avtalu. Starvið verður sett 1. novembur ella eftir avtalu. Starvsstaðurin verður á Hotel Vágum.
Umsókn:
Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til rogvi@hiltongardeninn. fo í seinasta lagi: 1. septembur 2023. Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.
Vilt tú hava meira at vita?
Set teg so í samband við Rógva Mikkelsen, stjóra, á rogvi@hiltongardeninn. fo ella á tlf. 294040
Um okkum:
Hotel Vágar er einasta flogvallarhotellið í Føroyum og verður í løtuni umvælt úr enda í annan. Vit leggja okkum eftir at skapa eitt nýmótans hotel, sum skal tekkjast bæði føroyingum og útlendingum. Vit leggja dent á góðar gestaupplivingar og framúr góða tænastu og fara eisini at hava sera virkna vistveitingardeild. Hotellið verður rikið av sama felagið, sum Hilton Garden Inn Faroe Islands í Tórshavn. Hotellið hevur 25 kømur, eina matstovu umframt tvey góð fundarhøli. Matstovan fer eisini at kunna hýsa tiltøkum hjá bæði privatum og vinnuni.